Signhild Joensen vann gull á Reykjavík International Games 2020

Signhild Joensen frá Ægir vann í stórum stíli gull á Reykavík International Games 2020 seinnapartin.

Hon hølvaði allar hinar kvinnurnar av og var heili 11 sekund frammanfyri nummar tvey tá ið hon kom á mál. Signhild Joensen kom inn við tíðini 2:19.55,  nummar tvey gjørdist íslendska kvinnan Stefania Sigurthorsdottir við tíðin 2:28.04 og nummar trý gjørdist Thorgerdur Osk Jonsdottir eisini frá Íslandi.

Hetta var ikki besta tíðin hjá Signhild, men hon fór yvir 700 FINA stig og tað er gott.

Vit ynskja Signhild og Ægir tillukku.

SáH

Mynd Sundsamband Ísland

Lýsing Maverick Barr

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.