Signhild Joensen vann 50 metur rygg og nærkast sína bestu tíð

Signhild Joensen svam ein góða finalun í 50 metur ryggsvimjing. Hon kom inn við tíðini 29.07 og var hon tilmelda við tíðini 29.01, so nú nærkast hon ordiliga sína bestu tíð.
Nummar tvey bleiv Elisabeth Erlendsdóttir , við tíðini 30.33 og so vann Jonna Joensen bronsu við tíðini 32.62 og tað var persónligt met, gamla tíðin hjá henni var 32.99.
Sesilia Feilberg bleiv nummar 5, hon forbetraði seg frá 34.90 til 34.75 og Sofia Toftegaard forbetraði seg mest, hon kom við við tíðini 35.60 og gamla tíðin hjá henni er 37.97 og hon er frá árgang 2006. Flott svomu gentur.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: