Signhild Joensen vann 100 metur rygg og settið nýtt oyggjaleikamet

Signhild Joensen svam eina spennandi kapping í 100 metur ryggsvimjing og vóru kvinnurnar sera javnar til 75 metrar, men so settið Signhild endaspurtin inn og vann hon sannførandi við tíðini 1:01.58, nummar tvey gjørdist Gemma Atherley frá Jersey við tíðini 1:02.16 og nummar trý gjørdist Tatiana Tostevin frá Guernsey við tíðini 1:03.20.

Nummar 7 gjørdist Elisabeth Erlendsdóttir og hon hevði tíðina 1:06.53 og er hon eisini yngsti luttakarin hjá Føroyum á Oyggjaleikunum á Gibraltar.

Stórt tillukku Signhild Joensen og Elisabeth Erlendsdóttir.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: