Signhild Joensen úr Ægir vann stórt gull í Frankaríki

Í morgun endaðist tað Signhild Joensen úr Ægir at vinna gull í  stóru kappingini 27e Meeting International de Saint-Dizier kappingini í Frankaríki og vann hon gull í 100 metur ryggsvimjing við tíðini 1:02.14.

Hetta var ikki hennara besta tíð, men tað gerð einki, tá ið man vinnur gull.

Ægir hevur havt ein góðan túr í Frankaríki, teir flestu av svimjarnum hava klára at sligið sínar bestu tíðir og nú verður tað føroyameistaraskapið í Tórshavn í næstu viku.

Vit gleða okkum at fáa tykkum heim aftur og stórt tillukku til tykkum øll.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: