Signhild Joensen úr Ægir hølvaði øll av í 200 metur rygg á FM 2018

Signhild Joensen er bara drottningin innan Føroyskari svimjing í løtuni og tað staðfesti hon í 200 metur rygg, har hon kom á mál heili 11 sekund fyrr enn nummar tvey við tíðini 2:17.80, nummar tvey gjørdist vinkonan Sára R. Nysted, hon hevði tíðina 2:28.75 og nummar trý gjørdist Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelag við tíðini 2:33.64.

Tíðin var ikki ein av teimum bestu hjá Signhild, men hetta var triðju dagurin á FM 2018 og hon hevur svomið nógvar kappingar og liðkappingar, so man kann ikki væntað, at hon slær Føroyskt met í hvørjari kapping.

Stórt tillukku Signhild, tú ert bara best.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: