Signhild Joensen frá Ægir svam seinnapartin sín allerbesta 100 metur ryggsvimjing nakrantíð í langabana, har hon í Bergen Swim Festival 2018 gjørdi stórt Føroyskt met við tíðini 1:03.01. Hon átti sjálv gamla metið, sum hon settið fyri einari viku síðani, nevnliga tann 7. apríl í Páls høl í Vágil við tíðini 1:03.34.
Vinnari gjørdist Ingeborg Vassbakk Løyning frá Norra og tað var júst henni Signhild vann á ígjár í 50 metur ryggsvimjing. Tíðin hjá Ingeborg var 1:02.07 og tað rakk til Nordisk Junior Rekord.
Flott svomu av teimum báðum og stórt tillukku við Føroyska metinum Signhild Joensen.
SáH
Please follow and like us: