Signhild Joensen liðug í Kina, tíðin kundi verið betri

Signhild Joensen hevur svomið sína seinastu kapping í heimsmeistarakappingini í Hangzhou í Kína á hesum sinni.

Tað var í hennara yndisgrein 200 metur ryggsvimjing, men Signhild rakti ikki orduliga dagin og kom við við tíðini 2:12.40, sum er eitt sindur frá hennara bestu tíð og føroyska metinum.

Skrivaði við Signhild á Facebook fyri løtu síðani og segði hon, “at tað gekk ikki sum ætla hesuferð, men nú veit eg so í hvussu so er, hvat eg kann arbeiða við”.

Hetta er ein risa kapping og tað kann eisini hava havt sín ávirkan á Signhild Joensen, men kenna vit hana rætt, so kemur hon sterk aftur.

Vit gleða okkum at fáa Føroya besta svimjara heim aftur til okkum.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: