Signhild Joensen hevur svomið í heimsmeistaraskapinum í Kina

Fyri nøkrum min. síðani kom Signhild á mál í heimsmeistaraskapinum í svimjing í Hangzhou í Kina.

Signhild Joensen kom inn við tíðini 1:00.98 í 100 metur rygg og endaði nummar 38 av 55 svimjarum. Tíðin er ikki hennara besta, men ein av teimum bestu hon hevur svomið.

Signhild hevði heilt sikkurt satsa uppá at sláa sítt føroyska met og metið hjá henni er 1:00.50, men tað eydnaðist ikki hesuferð, so hon er nakað kedd nú, men so gjørt tú tað bara í 200 metur ryggsvimjing Signhild.

Óli Mortensen hevur eisini svomi í morgun. Hann svam 400 metur frí og kom inn við tíðini 3:53.25 og tað er eitt sindur frá hansara besta tíð, sum er 3:48.67, men 400 metur er ikki hansara yndissvimjigrein, tað er 1500 metur frí og hjá Signhild Joensen er yndissvimjigreinin hjá henni 200 metur rygg.

Góða eydnu tit bæði

SáH

Mynd: Anni á Hædd

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: