Signhild Joensen hevur júst vunnið gull í Bergen Swim Festival 2018 í 50 metur ryggsvimjing.
Hetta er ein svimjikapping í fleiri finalum, heilið tríggjar í talið.
Fyrsta finaluumfar bleiv Signhild Joensen nr. 2, við tíðini 30.02.
Næsta finaluumfar bleiv Signhild eisini nr. 2 við tíðini 29.96
Í triðja og endaliga umfarinum vann Signhild Joensen úr Ægir gull við tíðini 30.09. Tann kvinnan, sum vann Signhild í umfarinum eitt og tvey, norska Ingeborg Vassbakk Løyning bleiv nummar tvey í samlaði kappingini, sjá tíðir herundir.
Signhild Joensen vann sostatt gull og við gullinum fylgir eisini ein symbolsk peningargáva við.
Stórt tillukku Signhild.
Birita Debes svam í umfarinum eitt og tvey og bleiv nummar 5 í fyrsta umfarinum við tíðini 31.08 og nummar fýra í umfarinum tvey, men í finaluni vóru bara tríggir svimjarar, men eisini flott svomi av Barbara Debes.
SáH