Signhild Joensen frá Ægir vann trygt 100 metur ryggsvimjing

Signhild Joensen frá Ægir vann trygt 100 metur ryggsvimjing. Hon kom inn við tíðini 1:01.81, nummar tvey gjørdist Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag og hon hevði tíðina 1:04.97 og nummar trý gjørdist Kristina í Skála eisini úr Havnar Svimjifelag og hon hevði tíðina 1:06.12.

Á einum fjórða plássið kom okkara Jonna Joensen og hon hevði eisini eina góða tíð, hon kom inn við tíðini 1:07.87 og tann tíðin er so góð, at hon kláraði kravtíðina til NJM.

Tillukku Signhild og Jonna.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author