Signhild Joensen frá Ægir vann sikkurt 100 metur ryggsvimjing við tíðini 1:00.98

Signhild Joensen gjørdi sína pligt og vann sikkur 100 metur ryggsvimjing við tíðini 1:00.98 á FM í stuttgeil 2018, tað var 0.48 frá hennara føroyska met, men tíðin var sera góð og Signhild Joensen fekk heili 734 FINA stig.

Hetta er eisini hennara besta tíð, síðani 21 oktober 2017, next stop HM í Kina og lat okkum vóna at tá setur hon føroyskt met og endar eitt fantastisk svimjiár.

Nummar tvey gjørdist Birita Debes frá Flot við tíðini 1:05.81 og nummar trý gjørdist Barbara Debes frá Ægir og sum er systir til Biritu.

Flott svomi kvinnur. Barbara Debes setti eisini persónlig met, hon fekk skorið 0.48 av sínari bestu tíð, sum var 1:06.75 og sum hon svam tann 3. november 2017.

SáH

 

Please follow and like us: