Signhild Joensen frá Ægir vann 200 metur ryggsvimjing í stórum stíli

Signhild Joensen frá Ægir vann við meira enn tíggju sekundum í 200 metur ryggsvimjing og enn einaferð staðfesti hon, at hon er klárt besti svimjarin í Føroyum við FINA stigum heilt uppi á 764 stigum.
Signhild kom inn við tíðini 2:10.37 og sum er eitt sekund verri enn føroyska metið hjá henni, nummar tvey gjørdist Sára R. Nysted og hon hevði tíðina 2:21.27 og nummar trý gjørdist Eyðrið Mortensen, við tíðini 2:23.25.
Super flott Signhild, við gleða okkum at fylgja tær í Kina.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: