Signhild Joensen frá Ægir gull á Reykjavík International Games í Íslandi

Signhild Joensen vann lættliga 200 metur rygg á Reykjavík International Games í gjár.
Hon kom inn við tíðini 2:23.69 og tað er langt frá sínari bestu tíð. Rokni við, at hon svam bara fyri at vinna gull og tá ið man er næstan 4 sekund frammanfyri nummar tvey, so er tað góðtikið. Nummar tvey gjørdist Stefania Sigurthorsdóttir frá Íslandi við tíðini 2:27.22 og nummar trý gjørdist Eyðrið Mortensen frá Havnar Svimjifelag og hon hevði tíðina 2:29.32.
Hetta gjørdist eisini einasta gull heiðursmerkið sum Ægir fekk á stóru leikunum í Reykjavík og í dag seta tey leiðini aftur til Klaksvíkar.
Tillukku Signhild.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: