Tað loysir seg at gera nakað við venjingina og tað kann Signhild Joensen staðfesta, tí í dag fekk hon mest frá úrvalsstuðlinum, sum bleiv latin í dag í ÍSF húsinum

Signhild Joensen frá Ægir fekk 189.000,00 kr. og ein annar svimjari í Ægir fekk eisini pengar frá Úrvali og tað var Rókur Trygvason og hann fekk 59.000,00 kr.

Hesa hava eisini klára seg einastandani í 2018, so tað er fult uppiborið og nú kunnu tey satsa enn meira uppá svimjingina í 2019.

Tað var Rigmor Dam, landsstýriskvinna sum býtti pengarnar út og hesu fingu pengar:

Svimjing:
Signhild Joensen Bólkur 2 189.000,00 kr.
Óli Mortensen Bólkur 2 163.367,00 kr.
Alvi Hjelm Bólkur 2 140.386,00 kr.
Vár E. Eidesgaard Bólkur 2 124.000,00 kr.
Rókur Trygvason Bólkur 2 59.000,00 kr.
15 úrvlssvimjarar Bólkur 3 50.000,00 kr.

Fimleikur
Astrið Nanly Breckmann Bólkur 3 50.000,00 kr.
Rebekka Ingadóttir Rein Bólkur 3 50.000,00 kr.

Frælsur ítróttur
Kastarakvinnur Bólkur 3 50.000,00 kr.
Tórur Mortensen Bólkur 2 136.000,00 kr.

Súkkling
Torkil Weyhe Bólkur 2 117.000,00 kr.

Trialhlon
Hávard Vatnhamar Bólkur 2 156.000,00 kr.

Aðalmálini hjá Úrvali eru m.a. at:

– støðið í allari føroyskari úrvalsítrótt alsamt hækkar,
– menna og stuðla serliga evnaríkum og ágrýtnum ítróttarfólkum, sum kunnu gerast úrvalsítróttafólk,
– gera tað møguligt hjá úrvalsítróttafólki at sameina ítrótt, útbúgving og arbeiði.

Hetta er sætta árið, Úrval letur stuðul. Í ár verður íalt latið 1.284.753 mió. kr. í stuðli.

 

 

 

 

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author