Signhild Joensen fekk bronsu í 27érne Mettetin Internatinal de Natation

Ægir er í løtuni í stórari kapping í Frankaríki og í morgun kom fyrsta heiðurstekin til okkara svimjarar. Tað var Signhild Joensen, sum endaði á einum flottum triðja plássið og fekk steyp til ognar.

Hetta var í 200 metur rygg og hevði hon tíðina 2:11.81.

June Jósveinsdóttir hevur tikið myndina og eru tit vælkomin at taka nógvar myndir og senda tær til mín. Vit skulu nokk koyra tær í News.fo og Norðoya Portalin, so vit eisini kunnu fylgja eitt sindur við í Føroyum.

Stórt tillukku Signhild Joensen og góða eydnu til tykkum øll.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author