SÍ vann avgerandi dystin á Mjølni 3-1

Ein avgerandi dystir í meistaradeildini hjá kvinnum var leiktir í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjárskvøldið.

Kvinnurnar hjá Mjølnir tóku ímóti steypavinnarnum og oddaliðnum í landskappingini SÍ og skuldi Mjølnir vinna, um tær skuldi hava møguleika at spæla seg í finaluna.

SÍ byrjaði nógv betur og vunnu bæði fyrsti settini hampuliga lætt, teir vunnu 25-22 og 25-18.

Í triðja settið fekk Mjølnir sítt spæl at koyra og teir vunnu tær 25-18. Fjórða sett gjørdist spennandi, men í teimum avgerandi bóltunum vann SÍ og settið endaði við 25-23 til SÍ og sostatt vann SÍ avgerandi dystin 3-1.

Kvinnurnar hjá SÍ eru nú klárt á okkda, teir hava 29 stig, Fleyr 25 stig og Mjølnir 21 stig.

Tríggir dystir eru eftir at leika, so sannlíkt verður, at tað vera somu lið í finaluni í landskappingin, sum í steypakappingin, nevnliga SÍ og Fleyr, men allar súður eru ikki siftar enn, Mjølnir hevur enn møguleikan at spæla seg í finaluna, men hann er sera lítil í løtuni.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.