Shaki er kongabláur!

René Shaki Joensen hevur undirskrivað sáttmála við KÍ, galdandi fram til og við kappingarárið 2023.

28 ára gamli havnarmaðurin fór sum heilt ungur til Danmarkar at umboða superligufelagið Brøndby IF, har hann var fram til 2014. Síðan tá hevur René umboðað Vendsyssel, Grindavík og HB í tveimum førum.

Í landsliðshøpi fekk René A-landsliðsdebut í vinardysti ímóti Íslandi í 2012. Tað stóra gjøgnumbrotið var tó í Nations League kappingini í 2018, har René gjørdist føroyskur toppskjútti við trimum málum í fimm dystum.

Shaki kann røkja fleiri pláss á vøllinum, tað hava vit sæð nógv til á hansara fótbóltsleið og seinast á landsliðnum, har René leikti á høgra bakki. Tó hevur hann leikt mest á miðvøllinum.

Vit ynskja René hjartaliga vælkomnan til Klaksvíkar og bestu eydnu í KÍ!

KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: