SEV hevur skyldina av Garðavegnum sigur Sjálvstýrið í Klaksvík

Klaksvíkar Kommuna hevur onga skyld í, at Garðavegurin ikki verður gjørdur liðugur og hevur sæð út sum hann hevur sæð út í manna minnir, skuldina hevur SEV sigur Sjálvstýrismaðurin Sámal Petur í Grund.
“Arbeiði á Garðavegnum er ikki kommunan, men SEV”
Hetta skrivaði hann á sín Facebookvanga í gjár og so er brennandi spurningurin, um tað eisini er SEV, sum hevur skyldina av, at Stangavegurin (ein deyðsfella), Bollafabrikkin og fiskivinnuøkið á Stongunum ikki verður gjørt liðugt?
Sindur løgið at nógv fólk frá Klaksvíkar Kommunu arbeiða á Garðavegnum, nú tað aftur nærkast Býráðsvalið. Hví arbeiða KK har, tá ið tað er SEV sum eigur at gera arbeiðið?
Nógv annað er løgið, einamest tá ið tað nærkast val, rokni við at fólkini á Garðavegnum leggja líka í, hvør eigur at gera vegin og gonguteigin lidnan, tey vilja bara hava, at hann verður gjørdur liðugur, so tað kann vera búgvandi har. NOKK GRIVIÐ, GERIÐ LIÐUGT ella SO VERÐUR TAÐ GJØRT, haldi Klaksvíkar Kommuna og Sjálvstýri skulu leggja hesi orðini afturfyri teirra oyrum.
Har gravmaskinan stendur, har býr ein gomul kona, hon er gumma mín, halda tað tit tað er rímuligt, hvussu tit hava behandla hana í 8 ár og nú sleppur hon als ikki út, tí nú er allar vegurin grivin av.
Eg segði tað við allar borgarnar á Garðavegnum í valstríðnum síðst, at vegurin bleiv ikki gjørdur liðugur fyrrenn um fýra ár og rætt fekk eg. Tá segði Sjálvstýrið enn einaferð og tað var eitt vallyftið frá teimum, at tað fyrsta teir fóru í holt við og tað var at gera Garðavegin lidnan, men enn er hann ikki gjørdur.
Nú geva teir so SEV skyldina, so vita tit tað tann 10. november. Haldi tíðin er komin at skifta hasi fólkini út, velja tit orðloysingarnar frá hesaferð, so skal eg loyva tykkum øllum, at tað verður gjørt.
Símun á Høvdanum