SEV dagførir elkervið í Norðurøkinum

Virksemið í Norðurøkinum veksur, og hetta setir krøv til elkervið hja SEV. Hetta førir m.a. við sær, at SEV nú grevur fyri elkaðalum frá verkinum á Strond heim ígjøgnum býin og til Norðoyatunnilin. Mánadagin 16. september verður grivið á Garðavegi og suður til Fjósabrekku. Gravast skulu 300 metrar, og væntandi fer arbeiðið at vara í uml. 5 vikur.

Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við Klaksvíkar kommunu og Føroya Tele. Føroya Tele fer at leggja fipurkaðal í Garðaveg, umframt at Klaksvíkar kommuna fer gera rørarbeiði og vatnfrárensl.

Miðað verður ímóti at órógva íbúgvararnar sum minst, og vegurin verður tí ikki stongdur í hesum tíðarskeiði. Tó kann væntast, at ferðslan verður tarnað, og mælt verður til at vísa varsemi.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.