Tað er dreymurin hjá teimum flestu. Vit hava boð uppá hvussu tað betur fer at bera til.

Vit vilja gera tað MVG-frítt at byggja sær bústað.

Í dag dýrkar landið bústaðarbygging við 25%, við at áleggja MVG.

Fyri síðan yvir 30 ár at rinda somu upphædd aftur í rentustuðli.

Tað gevur onga meining.

Peningastovnar krevja uppsparing fyri at fáa lán.

Vit vilja tí eggja ungum at spara saman til bústaðarbygging, við at lata ein rentustuðul til slíka uppsparing.

Tá fer tað at loysa seg betur at spara saman.

Vit ynskja, at dreymurin um at seta føtur undir egið borð, kemur nærri hjá øllum okkara ungu.

Jørgen Niclasen, valevni Fólkafloksins

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: