Áleið 100 fólk møttu til ferniseringina og tiltakið, sum Klaksvíkar kommunu skipaði fyri á Christiansborg í gjár.

Bjóðað varð fyrst til fernisering, har Kaj Alstrup, rithøvundur, luttók saman við umboðum frá bókaforlagnum Det Poetiske Bureau, sum hevur útgivið bókina, Fuglekvædet. Talan er um eina danska týðing av Fuglakvæðinum.

Avtalan um hetta tiltakið kom í lag eftir at fólkatingslimurin, Rasmus Horn Langhoff, og aðrir fólkatingslimir vóru á vitjan hjá Klaksvíkar kommunu. Fólkatingslimurin var sera hugtikin av listini hjá Edwardi og hevur síðan vitjanina samskift við kommununa um, at fáa í lag at stilla hesi listaverk fram á Christiansborg.

Tað er ikki vanligt, at boðið verður til slík tiltøk á Christiansborg. Rasmus greiddi frá, at hann við hesum ynskir at skapa eina nýggja mentan á Christiansborg, har latið verður upp fyri møguleikanum at hýsa ymiskum tiltøkum, har ymisk list í størri mun fær rúmd á Christiansborg.

Til ferniseringina bjóðaði Rasmus Langhoff vælkomin. Síðan helt borarstjórin, Karl Johansen, eina røðu. Hann rósti m.a. Edwardi fyri aftur at seta kommununa á heimskortið og fyri at taka av møguleikum, sum mennir hann sum listafólk og eisini gagnar okkum øllum samfelagsliga. Bæði tá ið viðvíkur søguni um Nólsoyar Páll og hansara tulking av Fuglakvæðinum, tí myndlýsingarnar hjá Edwardi seta avgjørt ein skemtiligan og áhugaverdan dám á Fuglakvæði í hesi bókini.

Kaj Alstrup takkaði fyri samstarvið við Edward og fyri tann stóran stuðul, sum teimum er veittur í samband við hesa verkætlan.

Eisini Edward nýtti høvið at siga nøkur orð um myndlýsingarnar. Hann greiddi frá, at allir 12 fuglarnir, sum hann hevur málað, verða nevndir í kvæðinum, og at myndlýsingarnar geva serliga góða meining, tá ið teksturin verður lisin. Tvs., at myndlýsingarnar stuðla undir tekstin, sum eisini er endamálið. Tó segði Edward, at hann í hesum sambandi hevur roynt at seta kvæðið í ein nútíðar samanhang, sum á hendan hátt kann lýsa føroyska samfelagið.

Tað er ikki heilt ókent fyri Edward at mála fuglar í maktfullum eyðkenninsbúna, klædningi. Tí var hann ikki í iva, tá ið hann takkaði ja til uppgávuna frá Kaj Alstrup.

Edward endaði røðu sína við at siga, at borgin var júst rætta staðið at hava hesa ferniseringina. Søgan, sum byrjaði í Føroyum, er enn aktuel og er nú komin allan vegin inn á borgina. Kvæðið hevur verið dansa av føroyingum í meira enn 100 ár, men dansiringurin er nú víðkaður, soleiðis at tað nú eisini kann verða kvæðið á donskum.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: