Sera væleydna barnasvimjing í ár, 121 børn fingu svimjimerkir

Barnasvimjingin hjá Ægir er nú liðug fyri hettar svimjiárið og kunnu vit siga at nógv børn hava ment sínar svimjiførleikar. 121 børn hava fingið handað svimjimerkir. Fleiri børn hava luttikið í kappingum har tey hava klara seg sera væl og svomið seg til fleiri heiðursmerkir.
Ein stór tøkk til venjarnir fyri hettar svimjiárið.
Við tí tilgongd Ægir hevur haft í barnasvimjingini, er brúk fyri fleiri venjarum komandi svimjiár. Um tú hevur áhuga í arbeiði við børnum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Vit takka fyri í ár og síggjast aftur í august.
Ægir
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: