Sera nógv fingið sær eitt kók frá Norðsøka í morgun

Norðsøki hevði boðað frá at teir fóru til útróðrar í gjár og tá ið teir komu aftur í morgun, vildu teir bjóða ókeypis fisk til tey sum møtti upp undir gamla Skipafelagnum, har sum Kallanes og Norðsøki plaga at liggja og har møtti sera nógv fólk upp.

Teir fóru til útróðar klokkan 17:45 ígjár ogr komu teir aftur klokkan 05:00 í morgun og landaði klokkan 08:00 og tá vóru longu fólk á kajuni og fingu sær eitt kók.

Gamli maðurin á kajkantinum Sjúrður Josephsen landaði og var gott lag á fólkum.

Norðsøki hevði 2.000 pund á 20 stampum, tað mesta var hýsa og toskur. Tosaði eg við eitt eldri par og søgdu tey, at hetta var besta morgungáva tey høvdu fingið í langa tíð.

Norðsøki skal hava stórt rós og hava tit bjarga dagin hjá nógvum klaksvíkingum í dag. Rokni við at tey fáa øll fisk til døgurða í dag.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.