Sera nógv blivu potaði í morgun á Klaksvíkar Sjúkrhúsið

Sera nógv blivu potaði í morgun á Klaksvíkar Sjúkrhúsið

Sera nógv fólk hava verið og pota seg í morgun á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

Tað einu løtuni var køin heilt norður um Sjúkrahúsið, so talin er um heilt nógv fólk.

Endaliga talið bleiv 160 kanningar í morgun, tað segði Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsið við Útvarpið á døgurða.

Tosaði við ein í stóð í køini og hann segði mær, at hann hevði verið í verkskapi við tann eina, sum var staðfestur at hava Korona og vónandi hann ikki at hann var blivin smittaður.

Ein annar sat í bilinum hjá sær og bíðaði til hann hansara túrur var at koma ígjøgnum til kommunulæknan og var hann nummar 18 í køini.

So tit ansi tykkum í ferðsluni við Klaksvíkar Sjúkrahús. Vónandi sleppa tit øll at pota tykkum í dag og góða eydnu øll somul.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author