Semja um fortreytirnar fyri at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og Morten Bødskov, verjumálaráðharri Danmarkar, hava í dag skrivað undir semju millum landsstýrið og donsku stjórnina um fortreytirnar fyri at seta upp nýggjan lofteftirlitsradara á Sornfelli.

Endamálið við lofteftirlitsradaranum er at gera eftirlitið í loftrúminum millum Føroyar, Ísland, Noreg og Bretland betri. Í dag er ikki fult radaraeftirlit í økinum.

Lofteftirlitsradarin er partur av arktiska kapasitetspakkanum hjá donsku stjórnini. Arktiski kapasitetspakkin inniheldur átøk og ætlanir, sum skulu styrkja evnini at fylgja og hava eftirlit við virksemi í Arktis og Norðuratlantshavi. Umframt lofteftirlitsradaraan eisini við langtberandi dronum, ið eisini kunnu nýtast í sambandi við leiting og bjarging á sjónum.

Tilgongdin at fyrireka og seta upp lofteftirlitsradaran verður viðgjørd regluliga á fundum millum føroysk og donsk embætisfólk og viðkomandi serfrøðingar. Hava føroyskir myndugleikar ávís krøv í tilgongdini at fyrireika, fáa til vega, seta upp og reka eftirlitsradaran, verður lagt upp fyri tí.

Føroyskar fyritøkur hava á jøvnum føti við aðrar fyritøkur møguleika at bjóða uppá uppgávur í sambandi við, at eftirlitsradari verður settur upp á Sornfelli.

”Heimurin er við eitt trygdarpolitiskt vegamót. Vit fara nú eftir øllum at døma inn í eitt tíðarskeið, har trygd og verja aftur fara at standa ovarliga á dagsskránni. Tá ið Russland gjørdi innrás í Ukraina gekk enn einaferð sjón fyri søgn, at trygd, tryggleiki og friður ikki eru ein sjálvfylgja. Heldur ikki í Evropa. Hetta ávirkar eisini okkum í Norðuratlantshavi, og tí er umráðandi, at Føroyar gera sítt fyri, at friður og støðufesti valda.

Við semjuni í dag um fortreytirnar fyri at seta upp nýggja lofteftirlitsradara á Sornfelli vísa vit føroyska viljan at gera okkara til at samstarva um trygd, og veita eitt íkast til ta verju, sum NATO stendur fyri um okkara leiðir,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Les semjuna her.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: