Semja millum Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið hava í dag undirskrivað semju við Starvsfelagið, um ein 3 ára sáttmála, galdandi frá 1. oktober 2021 til 1. oktober 2024.

Semjan inniber, at lønirnar hækka soleiðis:

Tann 1. januar 2022 hækka lønirnar við 1,25 %.
Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar á lønarstigunum 1-20 við 740 krónum og á lønarstigunum 20-50 við 540 krónum.
Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar við 2,75 %.
Hetta svarar til ein samlaðan lønarkarm á 6,2 % yvir 3 ára skeiðið.

Umframt lønarbroytingarnar eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum millum ávikavist Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið og Starvsfelagið.

Semjan sæst her.

Fíggjamálaráðið