Semingsuppskotið góðtikið – verkfallið avblást!

Mynd: Føroya Pedagogfelag

Føroya Pedagogfelag hevur góðtikið semingsuppskotið, ið Semingsstovnurin hevur lagt fyri partarnar.

Okkara mál við samráðingum hesaferð, hevur verið at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiðið. Eitt haldføri, sum skal tryggja námsfrøðiliga góðsku til teir borgarar og børnini, sum limir okkara eru um.

Hetta semingsuppskotið er eitt stig á leiðini, hóast vit viðganga, at nakað er eftir á mál.

Semjan tryggjar øllum limum eina lønarhækkan við nøkrum broytingum í skalagongdunum. Semingsuppskotið er nakað út um karmin, sum arbeiðsgevarin hevði lagt, áðrenn samráðingarnar byrjaðu.

Tíverri eydnast ikki at blíva samd um at gera nýggjar orðingar í grein 10, Tíð til annað arbeiði. Tó eydnaðist okkum at sannføra arbeiðsgevaran um, at grein 10 ikki í nóg stóran mun hevur tann virkna, ið endamálið er. Partarnir eru samdir um at gera eina ítøkiliga lýsing av skipanini runt í øllum kommununum, sum skal lýsa støðuna. Arbeiði verður gjørt av uttanveltaðum parti, og skal handast Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Føroya Pedagogfelag í seinasta lagi 1. juni 2022.

Grein 2 stk. 2 í sáttmálanum fyri námsfrøðingar, verður í eitt tíðarskeið sett úr gildi. Endamálið við hesum, er at gera setanina hjá hjálparfólkum tryggari, við ti vón, at hesi gerast støðug á økinum, og fleiri ung fólk velja økið til.

Tað harmar okkum, at neyðugt varð at taka stríðsstig, fyri at koma fram til hesa semju. At fara í verkfall er altíð seinastu møguleiki. Starvsfólkatrotið er ein avbjóðing, sum vit og myndugleikarnir eiga at loysa í felag.

Nú semja er gjørd um nýggjan sáttmála, verða øll stríðsstig avblást.

Semingsuppskotið sæst her!

Føroya Pedagogfelag

Please follow and like us: