Heilsuverkið Tíðindi

Seminar: Hvussu hava pápar í Norðurlondum tað?

Mikudagin 5. februar 2020 verður seminar um nýggja norðurlendska frágreiðing, um hvussu pápar í Norðurlondum hava tað.

Pápar í Norðurlondum brúka bara 10-30 prosent av samlað barslinum. Frágreiðingin “State of Nordic Fathers” kannar, hví so er, og vísir á møguleikar at økja lutin hjá pápum í ansing og barsli.

Umframt framløgu av frágreiðingini, fara landsstýrisfólkini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum er landsstýriskvinna í janvstøðumálum, og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum við ábyrgd av barsilsskipanini, at taka orðið.

Eisini verður pallborð, har embætisfólk úr Norðurlondum fara at umrøða frágreiðingina, og hvussu barsilsskipanirnar eru í sínum landi, og hvørja ávirkan hetta hevur á javnstøðu millum kynini.

Seminarið verður frá kl. 14 til 16 í Norðurlandahúsinum .

Tiltakið er ókeypis, tó er tilmelding neyðug. Melda til á amr@amr.fo í seinasta lagi 4. februar kl. 12.00.

sí meira á: https://www.norden.org/da/nordicfathers #DadOnBoard #ShareTheCare

Norðurlond hava í fleiri enn 40 ár arbeitt saman um at betra um javnstøðuna á øllum økjum í samfelagnum. Javnstøða millum kvinnur og menn er ein av orsøkunum til, at norðurlendska modellið hevur eydnast so væl, og er ein av hornasteinunum í teimum norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum.

Almannamálaráðið

Lýsing Føroyar Bjór

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.