Seksualundirvísing í Fólkaskúlanum á breddan í Perluni

Hósdagin 10. februar kl. 19 verður alment tiltak í Perluni um seksualundirvísing í Fólkaskúlanum.

Hvussu seksualundirvísing skal skipast, hvat hon skal snúgva seg um, hvat er hóskandi til ymsu floksstigini og hvør skal skal standa fyri undirvísingini, eru nakrir av spurningunum, vit seta.

Til Ungdómsting mánadagin varð uppskot lagt fyri Løgtingið um at fáa meira seksualundirvísing í fólkaskúlan, nýggj BA ritgerð um evnið er tøk, og á Námi verður arbeitt við evninum. Vit hildu tað tí vera hóskandi at seta sjóneykuna á hetta evnið í ár á almenna tiltakinum til VIKU SEX.
Á skránni er upplegg við Bjørg Clementsen, sum hevur skrivað BA ritgerð um seksualundirvísing í fólkaskúlanum.

Aftaná verður sofaprát við Eyðuni Gaard, stjóra á Námi, Jacob Eli Olsen, formanni í lærarafelagnum, Sólrun Foldbo, fakligum stjóra á Gigna og Bjørt Lind, sálarfrøðingur og ein av stovnarunum av Kyn.

Tað eru Fólkaheilsuráðið, Sig Frá, Føroya Politi og Amnesty Føroyar, sum skipa fyri viku sex, sætta árið á rað.

Fyri triðju ferð er tað felagsskapurin Kyn, sum hevur verið á yrkis- og miðnámsskúlunum og á Húsarhaldsskúlanum og staðið fyri seksualundirvísing.

Eitt felags endamál við samtykki-samstarvinum er at basa harðskapi, herundir seksuellum harskapi. Harðskapur eigur ikki at vera partur av lívinum hjá nøkrum og skal skiljast sum eitt samfelagsmál, sum vit øll eiga at vera við til at loysa.

Ein partur av viku sex hevur verið at fingið eitt kjak í lag um tørvin á seksualundirvísing – bæði á miðnámi og í fólkaskúlanum. Eftir í fleiri ár at hava sett hetta á breddan ynskja vit at fáa seksualundirvísingina, bæði fyri fólkaskúla- og miðnámsøkið, lagda í eina fastari legu.

Fólkaheilsuráðið, Sig Frá, Føroya Politi og Amnesty Føroyar

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: