Seks nýggir smittutilburðir í gjár

Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Fimm teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónar er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanning á sætta degi eftir komu. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 864 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 192.496 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 567 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 526 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 41 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author