Fyri trimum tíðum síðani skrivaði okkara kæru sýslumaður Karl Johansen, at í kvøld er hansara seinasta vakt sum politistur.

Vit á News.fo og Norðoya Portalinum vilja takka Karl Johansen fyri hansara lut, at halda skil á okkara býi, altíð fryntiligur og góður at tosað við og eisini hevur hann verið sera aktivur innan ítróttina í býnum.

Takk fyri tín innsats fyri Klaksvíkingina og vónandi verður tú at síggja í KÍ høllini og runt Djúpumýru. Hetta skrivar Karl í kvøld á sín Facebook vanga:

“Karl Johansen So eri eg komin á mál viđ hesum kapitli. Seinasta vakt sum politistur farin afturum, saman viđ Oddmar Gullaksen, nógvar góđar og minni góđar løtur at minnast afturá”.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: