Sáttmáli um langhylin undirskrivaður

Rættur hátíðardámur var í Svimjihøllini í Gundadali seinnapartin í dag, tá ráðgevarasáttmáli um nýggja langhylin var undirskrivaður. Ráðgevi og arkitekur er Selmar Nielsen Arkitektar, og projekteringsarbeiðið fer í gongd beinanvegin. Borgarstjóri, Annika Olsen, ið sjálv er royndur svimjari á høgum stigi, var fegin um at vera við til at seta hol á verkætlanina. Niðanfyri kann røðan lesast, ið hon helt í sambandi við undirskrivingina.

Góðu øll somul!

Hetta er ein stórur dagur.
Hetta er ein stórur dagur fyri havnarborgarar.
Hetta er ein stórur dagur hjá Havnar Svimjifelag, og hetta er ein stórur dagur fyri føroyska svimjing og Svimjisamband Føroya.

Tí í dag taka vit eitt megnartak fyri svimjingina í Tórshavnar kommunu og í landinum øllum. Í dag skjóta vit projekteringina av langhylinum í gongd, og fyri meg sum fyrrverandi kappsvimjara er hetta ein heilt serlig løta, har enn ein kapittul í ríku svimjisøgu Føroya verður skrivað.

Eg skal ikki brúka hesa løtuna í sjálvsøkni, men tað er ongin loyna at út yvir mína familju og mítt politiska lív, so hevur svimjing verið ein sera týðandi partur av mínum lívi. Vágbingar fingu sín fyrsta og einasta 25m skúlahyl í landinum í 1979. Hesari bygging stóð pápi mín á odda fyri, og hesin hylur bleiv mítt annað heim øll míni barndóms- og ungdómsár.

So góðu svimjarar! Eg veit, hvørji offur tit lata, eg kenni tykkara stríð og tykkara sigrar og tykkara tap, men ikki minst til tykkara ósvikaliga sterka vilja og stríðsanda. Tí eri eg so ómetaliga glað tykkara vegna at standa á hesum vegamótinum í dag, har vit fara at flyta føroyska svimjing enn longur fram á leið.

Í mong ár hevur langhylurin verið á breddanum í Havn, og nógv hevur verið tosað um hylin – og nú standa vit her.

Byrjanin til hesa verkætlan var ein hugskotskapping, sum Selmar Nielsen Arkitektur v.fl vann.

Samráðingar hava síðani verið um projekteringssáttmála, eins og at vit hava tryggjað okkum, at langhylurin og fasilitetirnir annars lúka altjóða krøv. Í hesum sambandi fingu vit umboð frá FINA, ítróttararkitektin Joaquin Pujol, til Føroyar til tess at gjøgnumganga verkætlanina fyri at gera hana enn betur.

Í dag kunnu vit staðfesta, at vit hava fingið eina enn betri verkætlan. Ikki bert er hylurin 50m langur, hann er eisini 25 m breiður við 10 geirum og 0,5 m aldugeira í síðuni. Harumframt fevnir verkætlanin eisini um projektering av uttandura og innandura terapi- og heitvatnshyli.

Vit í býráðnum hava sett okkum fyri at draga til høvuðsstaðin stór altjóða tiltøk, tað veri seg ráðstevnur, mentanartiltøk og ikki minst ítróttarkappingar, og tí er umráðandi, at hylurin stendur altjóða mát. Vit skulu tora at vera í fremstu liga, tí tað er har, vit hoyra heima, og tað er umráðandi, at tá vit gera eina so stóra íløgu, at hon er framtíðartryggjað.

Tað er umráðandi, at føroysk ítróttafólk eisini kunna taka lut í altjóða kappingum á heimavølli – ella í heimahyli. Fyri okkum skal íløgan í langhylin tí eisini síggjast í hesum ljósi.

Eitt annað er, at hetta eisini er mennandi fyri føroyska ferðavinnu og høvuðsstaðin.

Nú eru vit so komin hartil, at býráðið á býráðsfundi í farnu viku samtykti at gera sáttmála um projektering við Selmar Nielsen Aritektar.

Líta vit aftur í tíð, so er stór menning farin fram innan svimjing í Havn. Fyrsti svimjihylurin í Havn var gjørdur í Gundadali í 1932. Har kundi almenningurin svimja, og har kundu fólk kappast á stuttum teinum. Kappingar á longri teinum vóru tá framvegis á sjónum.

27 ár seinni var annar svimjihylurin bygdur í Gundadali, sum stóð liðugur í 1959. Hetta var tá eitt stórt framstig, sum økti um áhugan at svimja, men skjótt gjørdist greitt, at betri umstøður máttu fáast til vega.

24 ár seinni, í 1982, var núverandi svimjihøll liðug. Høllin er framhaldandi í einastandandi góðum standi, men við nógv økta fólkatalinum og teirri stóru menningini, ið kappsvimjingin í Havn og landinum annars í huga, so er als eingin ivi um, at tíðin er komin til at útbyggja umstøðurnar hjá svimjingini í Tórshavn.

Í viðmerkingunum til byggiskránna fyri langhylin stendur, at ”Svimjihøllin í Gundadali stendur í dag sum ein varði fyri framskygni. Góðu karmarnir og staðsetingin í Gundadali hava gjørt, at svimjihøllin er um at kódna í egnari succes.”

So væl hevur Svimjihøllin verið umtókt. Og so væl er orðað, at nú er tørvur á “meira vatni”, sum Svimjifelagið hevur tikið til.

Og líka so framskygd verandi svimjihøll var í 1982, líka so framskygd er henda verkætlanin um 50m langhylin. Langhylurin supplerar lutvíst verandi 25m hyl, soleiðis at almenningur og feløg hava betri møguleikar at svimja og røra seg. Svimjarar í Havnar Svimjifelag og almenningurin hava kunnað svomið lið um lið, men stundum hevur verið ov trongt, og hetta elvir sjálvandi til ávíst ónøgdsemi. Tíðin er komin til, at báðir partar fáa betri umstøður.

Og sum eg nevndi í áðni, so letur 50m hylurin eisini upp fyri møguleikanum at hýsa stórum altjóða kappingum og venjingarlegum. Føroysk svimjing hevur prógvað sítt pláss í altjóða høpi. Vit hava tí í projektinum tryggjað gott pláss bæði til áskoðarar og sjónvarpsupptøku, og við økta hotelkapasitetinum í býnum, verða fortreytirnar munandi betri hjá Svimjisambandinum og kommununi annars til at bjóða seg fram at standa fyri altjóða kappingum.

Nýggi hylurin skal eisini nøkta tørvin, sum borgarar í kommununi hava á umstøðum til svimjifrálæru, motións- og kappingarvenjing og til innlendis stevnur.

Góðu tit øll.

Í tilgongdini at koma her til, har kommunan kann seta projekteringina av hennara størstu einstøku ítróttaverkætlan í gongd, hevur kommunan havt eitt sera gott og gevandi samstarv bæði við Havnar Svimjifelag og Svimjisamband Føroya. Tit hava tikið lut í allari tilgongdini, og tykkara motiverandi íkast hevur havt alstóran týdning fyri verkætlanina.

Eg skal vegna býráðið takka tykkum hjartaliga fyri tað og takk fyri tykkara tolni. Vit koma sjálvandi at samstarva framhaldandi um verkætlanina.

Projekteringin fer í gongd beinanvegin og vit síggja fyri okkum, at projekteringin tekur tað næsta árið, og tá útboð og arbeiðstakari eru funnin, eru vit komin nakað inn í 2020. Og so skulu vit vænta eina byggitíð uppá umleið tvey ár.

Ja, tað er sum á jólum hjá børnunum, leingi er at bíða, men nú nærkast jólaaftan, eisini hjá svimjingini í høvuðsstaðnum.

At enda fari at ynskja Selmari Nielsen og hansara fólkum og samstarvspørtum góða eydnu við projekteringini, eins og eg vil takka bygginevndini fyri gott arbeiðið. Takk til mentamálanevndina og takk til Tórshavnar býráð fyri at standa saman um hesa stórfingnu verkætlan.

Góða eydnu við arbeiðinum!

Takk fyri, og gleðilig jól

Annika Olsen
borgarstjóri

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.