SAS sendir 10.000 fólk til hús, 4.000 í Danmark og allar rutir í Danmark vera niðurlagdar uttan ein.

Nú øll landamørk vera stongd, so hevur SAS avgjørt at senda 10.000 arbeiðsfólk til hús og av teimum eru 4.000 í Danmark.

SAS lukkar 90 prosent av teirra virksemi niður og er høvuðsorsøkin Corona virussið.

Stjórin í SAS Rikard Gustafson sigur at tað er ongin grund til at flúgva, nú øll ferðafólkini eru burtur. Hann sigur víðari, at tey 10.000 arbeiðsfólkini, sum nú eru send til hús, eru 90 prosent av teirra arbeiðsmegi.

Stjórin í SAS Danmark Pauck Hansen sigur, at tað verður bara ein farleið sum verður opin í Danmark og tað er hon frá Keypmannahavn til Aalborg, passar tað so verður rutan ímillum Føroyar og Danmark væntandi eisini niðurløgd í nærmastu framtíð.

Les meira her, “SAS neddrosler kraftigt: 4.000 danske ansatte sendes hjem”

SáH

 

 

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.