SAMSTARV HELDUR ENN TVANG

Sannleikin er oftani illa lýddur. Og sekur er hann, iđ at sær tekur. Mín viðmerking man hava rakt rætt. Tí nù koma teir, kropp á kroppi, Aksel Johannesen, og teirra politiski advokatur, Jógvan Páll Lassen. Aksel Johannesen sigur, at eg eri ímóti, at føroyingar ganga í haganum. Nei tað eri eg ikki. Hetta er, sum nógv av tí Aksel borðreiðir við, fake news.

Eg legði dent á, at gongd í haga altíð má verða í samráð við tey sum varða av jørðini. Samskifti og samstarv er vegurin fram. Ikki tvang.

Tað sum eg eri hart ímóti, er at Javnaðarflokkurin við lóg ætlar at tvinga fleiri túsund føroyskar bøndur og óðalsfólk at opna sínar hagar um alt landið, so øll frítt kunnu ganga allastaðni og allatíðina. Ongar treytir, eingin stýring, einki skil á.

Óskipað gongd í haga vildi verið ein vanlukka fyri plantu- fugla- og djóralívið. Tađ hevði veriđ ógjørligt at driviđ landbùnađ. Tađ hevði skapt stóra illstøðu millum føroyingar. Og tađ hevði gjørt stóra ójavnan millum økini í landinum uppaftur størri.

Har má verða skil í, og har mugu verða treytir. Annars oyðileggja vit okkara land. Bæði okkara náttúru, okkara mentan og okkara samanhald.
Tí er tað markleysur frekleiki, tá Aksel Johannesen og Jógvan Páll Lassen halda seg duga betur at seta “greiðar treytir og avmarkingar” fyri tey sum skulu ein túr í hagan, enn tey, bøndur og óðalsfólk, sum varða av jørðini, og sum í ættarlið hava røkt bø og haga við nærlagni og við umsorgan fyri øllum tí, sum rørir seg í náttúruni.

Sanniliga er tað langt ímillum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin.

Allar Føroyar eru matrikuleraðar, og veruleikin er, at sambært lóg eiga og ráða samanlagt nógvir túsund føroyingar yvir sínum egna matrikkulnummari. Og sambært lóg gera hesi suverent av, hvat gongur fyri seg á teirra matrikli.

Ognar- og ræðisrætturin er púra greiður. Har er ongin ivi.

Vil Javnaðarflokkurin avtaka lógarfesta rættin hjá føroyingum til at ráða yvir egnari ogn, og oyðileggja okkara møguleika at dríva landbúnað, og aðra vinnu sum knýtir seg til jørðina, so er talan sólarklárt um ognartøku. So kunnu tit pakka tað inn í øll møgulig fyrivarni, men veruleikin er, at tit renna tykkum so dyggiliga ímóti teirri donsku grundlóg sum tit í javnaðarflokkinum annars plaga at taka undir við.

Grundlógin verjir privata ognarrættin, og tryggjar tey grundleggjandi rættindi, sum knýta seg til tilverugrundarlagið hjá borgarunum. Jógvan Páll Lassen er tíbetur ikki tann einasti advokaturin í danska kongaríkinum. Og tíbetur eru tað fleiri løgfrøðingar sum eru ósamd við hansara politisku útsagnir um, at prosjektið hjá Javnaðarflokkinum ikki er ein ognartøka.

Eg haldi tað annars verða vanvirðiligt av Akseli at fara soleiðis við sínum egnu borgarum. Hesar familjur hava fingist við landbúnað alla sína tíð. Oftani eru tað fleiri ættarlið gjøgnum fleiri hundrað ár sum hava lagt alt sítt lív og stríð í at røkja jørðina. Hetta er ein aldargomul mentan sum hevur alstóran týdning fyri lívsins uppihald hjá fleiri túsund familjum úti um landi. Sjálvt um tað mangan er stríggið, so kempa tey fyri at fáa endarnar at røkka saman.

Tí er einki forgjørt í at summir bøndur ella óðalsfólk fáa onkran lítlan eyka vinning, við at taka okkurt gjald fyri t.d. túrar ella aðrar upplivingar, sum síðani kann verða við til at stuðla uppundir raksturin av haganum. Hetta er ikki bara rímiligt. Hetta er sanniliga eisini teirra lógligi rættur. Og tað skulu vit sum politiskur myndugleiki verja.

Fyri tí er ikki sagt, at føroyingar ikki kunnu fara ein túr í hagan. Lat meg endurtaka: Sjálvandi kunnu teir tað. Tað fungerar fínt sum er, tí haga- og girðingarlógin er greið og góð. Um vit øll bara halda lógina, og fylgja tí gomlu siðvenju, at spyrja áðrenn tey fara, so er tað sum oftast ongin trupulleiki. Øll hava fartelefon so tað mátti verið lætt líka at ringja og spyrja. Hygg bara á facebook, so sært tú at føroyingar saktans sleppa at ganga í haganum. So eg skilji ikki trupulleikan…? Men tað er kanska mín trupulleiki, fyri nú at brúka orðini hjá Jógvani Páll Lassen: “Jacob Vestergaard er skítbýttur.”

Tað er ikki hvørt orð ein skal svara til.

Men eg eri ikki býttari enn so, at eg havi lagt mær í geyma tað sum føroyskir advokatar sjálvir hava sagt í KVF, um ognar- og ræðisrættin hjá festarum og óđalsfólki. Fyri at endurgeva advokatin hjá Javnaðarflokkinum, sum eisini er húsadvokatur í KVF, orðarætt:

”Lógin er konsekvent. Tù hevur ikki loyvi til at ganga í haganum, uttan við loyvi frá tí sum hevur rættin, uttan á bygdagøtunum. Tá man hevur ein rætt, so hevur tù eisini rætt til til at selja rættin, og rætt til at brúka hann til at fáa eina inntøku.” (Jógvan Páll Lassen í KVF, apríl 2019)

Sjálvur havi eg ongantíð noktað nøkrum at fara ein túr í hagan. Tað ger onki, um tey sum ætla sær ein túr í hagan, spyrja áðrenn. Størri er trupulleikin ikki.

Jacob Vestergaard

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: