Samráðingarnar slitnaðu klokkan 11:00 í morgun, tað hevur formaðurin í Sambandsflokkinum Bárður á Steig Nielsen boða løgtingsfromanninum Páll á Reynatúgvu frá fyri løtu síðani.

Samráðingarnar slitnaðu, tí flokkarnir blivu ikki samdur um málsøkini. Sum skilst, so var samgonguskjalið komi uppá pláss, men Sambandsflokkurin forlangaði alt ov nógv, tá ið samráðst varð um málsøkini.

Bárðr á Steig Nielsen er nú farin oman í  Gamla Apotekið, har hann hevur boðað Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn til samráðingar.

Hann hevur fingið nýggja freist og hesaferð er freistin klokkan 13:00, um hann ikki megnar semju við teir flokkarnar, so verður ein nýggjur samráðingarleiðari útnevndur.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author