Samgongan hjálpir heimleysum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur í dag svarað skrivligum fyrispurningi frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, um heimleys.

Í svarinum ger landsstýriskvinnan greitt, at tað er trupult at definera “heimleys”, tí tað er eitt breitt hugtak, ið kann

fevna um nógvar ymiskar støður. Tann mest álvarsama støðan er sjálvsagt hon, tá ið persónar

als ikki hava nakran bústað. Hesin bólkur av persónum stríðist ofta við víðfevndar og samansettar trupulleikar, og tí er umráðandi, at vit sum samfelag geva teimum alla tað hjálp og umsorgan, sum vit hava møguleika fyri. Tíbetur hava vit fyriskipanir í Føroyum, ið gera, at persónar, sum enda í hesari støðuni, altíð hava atgongd til eitt stað at sova, eta og vaska sær. Herbergið, Gloria og Blákrossheimið fáa sostatt árligan stuðul á fíggjarlógini upp á 6,25 mió. kr.

Skyldu at veita hjálp, ráð og vegleiðing
Heimloysi fevnir tó eisini um aðrar støður, eitt nú tá ið persónar búgva í einum ótryggum ella óhóskandi bústaði, ella hava fyribils bústað hjá familju ella vinfólki. Ábendingar eru um, at tað í dag eru persónar, ið koma undir hesa skilmarkingina, og tað er ikki nøktandi. Hevur støðan sosialar avleiðingar við sær, hevur Almannaverkið skyldu at veita hjálp, ráð og vegleiðing. Stakir uppihaldarar hava harafturat møguleika at skriva seg upp á ein bráðtørvslista hjá Almannaverkinum. Talan er tó bara um fyribils hýsing í upp til 1 ár, har endamálið er at geva teimum, ið lúka treytirnar fyri at koma á listan, møguleika at fáa eitt stað at búgva, meðan leitað verður eftir einum føstum bústaði.

Omanfyri nevndu viðurskifti eru orsøkin til, at tað er settur ein skjótt arbeiðandi arbeiðsbólkur – við breiðari umboðan úr almenna og privata geiranum – at koma við ítøkiligum uppskotum til landsstýrið um, hvørji átøk kunnu setast í verk til tess at bøta um bústaðatrupulleikan. Arbeiðsbólkurin skal lata sína frágreiðing fyrst í komandi ári, og eg vænti, at eg stutt eftir kann koma við einari ætlan fyri økið.

Vantandi hagtøl
Í løtuni eru eingin almenn hagtøl fyri, hvussu nógvir heimleysir persónar eru í Føroyum. Vit vita tí ikki neyvt, hvussu útbreitt heimloysið er. Hetta er galdandi fyri báðar skilmarkingarnar omanfyri – tó serliga fyri ta seinnu – og hetta er ikki nøktandi.

Fyribils havi eg valt at raðfesta tann partin, ið snýr seg um at betra um møguleikarnar hjá øllum føroyingum at fáa ein virðiligan og
hóskandi bústað, men í longdini er neyðugt at fáa betri vitan innan økið. Tí eru ætlanir um at fara undir at skipa hagtøl á økinum við støði í einum ES-standardi; hetta so at tað í framtíðini verður møguligt at føra ein meira skynsaman og málrættaðan bústaðapolitikk.

Fólkaflokkurin

Please follow and like us:

4 thoughts on “Samgongan hjálpir heimleysum

  1. Great web site. Plenty of useful information here. I am
    sending it to a few friends ans additionally sharing in delicious.
    And of course, thank you to your effort!

  2. You could certainly see your skills within the article you write.
    The world hopes for more passionate writers such as you who are not afraid to mention how they believe.
    Always follow your heart.

  3. Hey There. I found your blog using msn. This is a really well written article.
    I’ll make sure to bookmark it and return to read more of your useful information. Thanks
    for the post. I’ll certainly return.

  4. Howdy, There’s no doubt that your site might be having
    internet browser compatibility problems. When I look at your blog in Safari, it looks fine however when opening in IE, it’s got some overlapping issues.
    I just wanted to provide you with a quick heads up! Apart from that, great blog!
    quest bars http://bitly.com/3C2tkMR quest bars

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.