Samgongan ger mismun á miðnámsnæmingum

Fólkflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið, har allir miðnámsnæmingar fáa rætt til lestrarstuðul, men Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn vilja framhaldandi gera mismun á miðnámsnæmingum.
Í gjár feldi samgongan uppskotið!
Hví skulu miðnámsnæmingar, ið hava sama lærara, lesa í somu bók, og sita lið um lið í skúlanum ikki hava somu sømdir? Tann, ið er eldri enn 18 ár, fær lestrarstuðul, meðan tann, ið er 17 ár, bert fær bókastuðul.
Sjálvt um tjóðveldi, javnaðarflokkurin og framsókn ikki taka undir við tí, er lítið at ivast í, at fólkið ynskir at rætta hendan skeivleikan!👍
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: