Sambært lógini so átti Símun á Høvdanum at verið á Býráðsfundinum mikukvøldið 18. november

Tað er óskiljandi at Fólkaflokkurin í Norðoyggjum ikki kallaði eykamannin inn til fyrsta Býráðsfundin mikukvøldið tann 18. november. Hví tey ikki gjørdu tað, eru hundravís av borgarum í Klaksvíkar Kommunu sera misnøgd um á teimum sosialu miðlunum, men sambært lógini so átti Símun á Høvdanum, at verið á Býráðsfundinum mikukvøldið 18. november. Hetta skrivar lógin:
Kommunustýrisfundir
§ 12. Nývalda kommunustýrið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.
Stk. 2. Kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Fyrst valdi kommunustýrislimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til borgarstjóri er valdur. Um tveir ella fleiri kommunustýrislimir eru valdir við líka nógvum atkvøðum, ger valnevndin av við lutakasti, hvør skal geva fundarboð og leiða fundin, til borgarstjóri er valdur.
Stk. 3. Berst kommunustýrislimi frá at møta á fyrsta fundi, skal tiltakslimur innkallast.
Lógin kann vera broytt nú vit hava Korona, bara sera klossut av Fólkaflokkinum, at byrjað sítt valskeið við at halda einum Býráðslimi uttanfyri, tá ið tað slett ongan týdning hevði fyri flokkin og skipaðina av nýggjum Býráðið, um Jóhanna Christiansen var á fundinum ella Símun á Høvdanum.
Vónandi endurtekur tað seg ikki, at skermar nú fara at yvirtaka stólarnar á byráðsfundunum í Klaksvíkar Kommunu.
Her øll lógin, klikk her: Kommunustýrislógin