Sam til Nólsoyar verður als ikki góðtikið

Tað kann ikki vera rætt, at Kalsoyingar skulu svíða fyri at bæði Erla Kongsdóttir og Hasfjord ikki sigla til Nólsoyar.
Hatta hevði slett ikki góðtikið, um eg bleiv valdur inn í Klaksvíkar Kommuna, har hevði eg smekka nevan á borið og sagt bums NEI og hvør er grundgevingin fyri at býta um skip? eru Kalsoyinginar ikki líka góðir fyri Strandfaraskip Landsins sum Nólsoyingar.
Klaksvíkar Kommuna eigur at taka hetta álvarsmál til viðgerðar beinanvegin og verja sínar borgarar her norðuri og spyrja Strandferðsluna, hvør er grundgevingin fyri at býta um skip og hví Kalsoyingar skulu svíða ferð aftaná ferð fyri teirra kleyvarskap?
Símun á Høvdanum
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: