Safir og Smaragd komnir inn við 200.000 pundum

Safir og Smaragd eru komnir aftur av fiskileið. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Teir hava havt smáligan fiskiskap og høvdu teir 200.000 pund, tað mesta var upsi.

Ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, 20.800 pund, tað mesta var longa, 10.800 pund og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 04. juni.

SáH

SAFIR – ( KG 339 ) KLAKSVÍKAR HAVN 04-06-2022 13-06-2022 6.700
SMARAGD – ( KG 340 ) KLAKSVÍKAR HAVN 04-06-2022 13-06-2022 3.700
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: