Russiski trolarin Karelia er farin til Rusland

Russiski trolarin Karelia er farin til Rusland

Klokkan 3:45 í nátt legði russiski trolarin Karelia AK-0749 frá landi í Fuglafirði og eru nú á veg til Rusland.

Umborð eru 77 sjómenn og mest sum allir eru smittaðir við Korona, men vónandi verður heimreisan hjá teimum góð og at manningin ikki verður álvarslig sjúk á veg til Rusland.

Kanningar blivu gjørdir av 30 av manningini og av teimum 30 vóru 23 smittaðir.

Eftir eru tvey russisk skip á Norðhavnini í Klaksvík og væntandi fara tey avstað í dag ella í morgin.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author