Russarnir farnir úr Klaksvík, Cassiopea er eftir

Russisku trolarin Yantarnyy legði frá landi á Norðhavnini klokkan 15:50 og bunkrar nú í Fuglafirðið og tá ið teir eru lidnir at bunka, verður farið aftur til Rusland ella fiskiskap.

Tískil eru ongin russarnir eftir á Norðhavnini á hesum sinni, men farmaskipi Casiopea er eftir og har umborð eru 23 mans og av teimum eru 6 smittaðir við Korona.

Ætlanin var at Cassiopea skuldi leggja leiðina til Afrika í dag, men landslæknin hevur mælt skiparanum frá at gera tað.

Hvat ætlanin er við Cassiopea er ilt at meta um, men møguleikin er, at teir eisini leggja frá landi ella at teir vera liggjandi inntil allir umboðr eru blivnir fríðskir av Korona.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.