Russari fingið staðfest Korona í Klaksvík

Á einum av hesum skipum, var russarin við, sum nú hevur fingið staðfest Koronasmittuna

Landsins mynduleikar boðaðu frá í tíðindinum klokkan 15:00 at ein russiskur sjómaður var innlagdur við Korona á Landssjúkrahúsinum.

Sjúkrabilur var norðuri í Norðhavnini ígjár eftir manninum og hildu teir at hann hevði lungnabruna, men í dag bleiv staðfest at hann var smittaður við Korona.

Fyrst bleiv sjómaðurin innlagdur á Klaksvíkar Sjúkrahús og bleiv hann viðgjørdur sum lungasjúklingur, men eftir einum tíma, so bleiv hann viðgjørdur sum Koronasúklingur.

Tvey starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsið eru farin í sóttarhald, tí tey vóru uttan verjubúna.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author