Rókur Trygvason var 18 sekund frammanfyri nummar tvey í 200 metur bringu

Rókur Trygvason hølvaði alt av í 200 metur bringu. Hann kom heili 18 sekund frammanfyri nummar tvey. Rókur kom inn við tíðini 2:21.23 og nummar tvey gjørdist Rani Jacobsen úr Suðuroyar Svimjifelag við tíðini 2:39.95.
Besta tíðin hjá Róki er 2:18.95, men eg rokni við at Rókur spardi seg, tí hann skuldi svimja finalu í 100 metur frí beint aftaná hesa kappingina.
Mynd: Anna Mohr og SáH
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: