Rókur Trygvason úr Ægir gjørdist føroyameistari í 100 metur bringu

Rókur vann trygt 100 metur bringu og gjørdist føroyameistari. Hann kom inn við tíðini 1:08.42 og er tað eitt sindur verri enn hansara besta tíð.

Kanska hann spardi seg eitt sindur, tí finalan í 100 metur frí var beint aftaná hesa kappingina og har hevði hann besti tíð í innleiðandi.

Bartal E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag gjørdist nummar tvey við tíðini 1:10.81 og nummar trý gjørdist Rani Jacobsen við tíðini 1:14.98 og hann svimur við Suðuroyar Svimjifelag.

Stórt tillukku Rókur.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: