Rókur Trygvason úr Ægir forbetraði seg yvir 10 sekund í 200 metur frí á FM

Rókur Trygvason úr Ægir svam ein serstakliga góðan 200 metur frí í finaluni fríggjadagin á FM 2018.
Hann forbetraði tíðina hjá sær heili 10 sekund, tilmeldingartíðin hjá honum var 2:11.16 og tað var uppá hangandi hár, at hann vann á Óla Mortensen, sum er ein frísvimjari burturav, Rókur Trygvason er ein bringusvimjari, so tað sigur nakað, hvussu sterkur Rókur er blivin í frísvimjing eisini.
Rókur Trygvason svam tíðina 2:01.58 og tað er, haldi tykkum fast, 10:42 sekund skjótari enn hansara besta tíð á langgeil og tað er sanniliga gott og var hann bert 0.26 sekund aftanfyri Óli Mortensen, sum svimur dagliga í Danmark, við ein av teimum besti svimjifeløgunum har niðri, nevnliga Svømmeklubben Hovedstaden og sum burturav er farin til Danmark fyri at svimja.
Ótrúðliga flott svomi Rókur. Stórt tillukku.
SáH