Ítrottur Tíðindi

Rókur Trygvason svam ein fantastiskan 100 metur frí og vann trygt

Rókur Trygvason frá Ægir svam ein super góðan 100 metur frí á FM í stuttgeil.

Viðmerkjarnir í KVF væntandi, at hetta fór at vera ein sera spennandi kapping og við Róki sum einum lítlum favorittur, men tað gjørdist tað ongantíð. Rókur legði seg á odda frá byrjan av og tað endaði við at hann hølvaði allar hinar av.

Rókur Trygvason kom inn við tíðini 51.46, bert 0.09 sekund frá sínari bestu tíð, nummar tvey gjørdist Óli Mortensen við tíðini 53.25 og nummar trý gjørdist Bartal E. Eidesgaard við tíðini 54.36, báðir úr Havnar Svimjifelag.

Stórt tillukku Rókur.

SáH

 

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.