Rókur Trygvason super tíð í 50 metur frí í Finlandi

Rókur Trygvason svam sin allerbesta 50 metur frí nakrantíð fyri løtu síðani í NM-NJM í Finlandi.

Hann svam eina super tíð og kom inn við tíðini 23.27 sekund, sum er bert 0.08 sekund frá føroyska metinum hjá Pál Joensen, sum er frá 2009.

Besta tíðin hjá Róki var 23.81 sekund, sum hann svam tann 7. august í Klaksvík í Ægir Open.

Rókur Trygvason hevur havt eitt sera gott NM-NJM higartil og hevur svomi sera góðar tíðir.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.