Rókur Trygvason frá Ægir silvur og stórt persónligt met

Rókur Trygvason frá Ægir svam ein serstakliga góðan 200 metur bringu seinnapartin í Bergen Swim Festival 2018, har hann settið eitt stórt persónligt met við tíðini 2:24.49 og nú er hann minni enn eitt sekund frá Junior metinum, sum er 2:23.72 og sum Roland Toftum eigur.

Roland Toftum svam í A-finaluni fyri seniorar og hansara tíð gjørdist 2:29.95, sostatt vann Rókur Trygvason við meira enn fimm sekundum á Roland Toftum ídag, so spennandi verður at síggja, tá ið teir báðir fara at kappast aftur í Føroyum, hvør av teimum fer at vinna.

Vinnari gjørdist hjá junior bleiv Andre Klippenberg Grindheim frá Hamar og hann hølvaði alt av við tíðini 2:18.67, men Rókur Trygvason fekk silvur og tað skal hann vera sera stoltir av.

Stórt tillukku Rókur, næsta verður at taka Juniormetið frá Roland Toftum.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: