Rókur Trygvason silvur í 200 metur bringa á RIG2019 í Íslandi

Rókur Trygvason megnaði at svimja eitt flott silvur heiðursmerkið heim í 200 metur bringu á Reykjarvík International Games í gjár.
Hann kom inn við tíðini 2:27.84 og er hetta nakað frá hansara bestu tið, sum er 2:24.49 og sum hann svam tann 14. apríl í Bergen í 2018.
Kappingin Reykjavík International Games 2019 er nú av á hesum sinni og taka vit samanum, so hava fleiri svimjarar í Ægir svomi persónlig met heim, men onnur hava verið langt frá sínum bestu tíðum.
Hetta er fyrsta kappingin í 2019 og er hon kanska ov tætt við jólaferiuna, tí hava tíðirnar ikki verið so góðar hjá okkara svimjarum, men hetta er ein góð kapping at byrja árið upp á.
Ægir svimjarnir koma aftur til Klaksvíkar í dag. Næsta kappingin er “SMS Open” í Havn tann 9. og 10. februar 2019. Hendan stevnan er triðja úttøkustevnan til Oyggjaleikirnar 2019, so her mugu Ægir svimjarnir spíla seg orduliga út.
Her innbjóðingin, klikk her, “SMS Open 2019”
SáH